Bjarni Djurholm, løgtingsmaður
www.djurholm.fo
----
Politiska skilið er nú út av lagi. Landið liggur við kei uttan leiðslu. Tingviðgerðin er í vaksandi mun stýrd av ráksnúni og taktiskum leikum, har mál verða avgreidd, uttan at nakar kennir serligan ognarlut í teimum.
Parlamentariska grundarlagið undir landsstýrinum er nú reyða avgjaldsgongan í tinginum, Tjóðveldi og Framsókn. Mest at líkna við eina parodi, tá hugsað verður um eyðmerkingina av landsstýrinum frá Tjóðveldinum farnu árini og ikki minst um grundgevingarnar hjá formanninum í nýggja flokkinum at stovna "liberala" flokkin.
Og meðan landið spakuliga hoknar undir fíggjarligu avbjóðingunum við fleiri hundrað milliónum í árligum undirskoti, hevur tingið nú samtykt nýggjar útreiðslur fyri 10-tals mio kr. At pynta um úrslitið hevur reyða gongan so sjussað seg til nýggj ad hoc gjøld á vinnuna at rinda raksturin og fyri at fjala ómegdina, ið nú ríður skipanini.
Loysing
Í sama andarhaldi var stórmál til viðgerðar, loysingin! Hetta var tó steðgað fríggjadagin av teprum meirluta. Men av røttum kann verða spurt, er einki samband millum teori og praksis?
Við fíggjarlógarundirskoti uppá 450 mio kr, donskum veitingum til blokk og ríkisstovnar omanvert 800 mio, eru vit árliga meira enn 1200 mio kr frá sjálvberandi búskapi. Av røttum kann verða spurt, hvussu óseriøs kunnu fólkavald loyva sær at vera?
At tjóðveldi ikki livir av loysnum, men heldur av retorisku prosessini og gluggapynti, tað er eingin nýggjheit, men at aðrir flokkar og politikarar yvirhøvur brúka orku upp á slíkt signaluppskot, er at halda sperda vinnulívið og skattliga niðurpíndu borgararnar fyri gjøldur.
Landsbúskapurin kikkar eftir ondini. Tað hevði klætt seg betur um eitt samfelt Løgting brúkti alla orkuna at endurskapa fíggjarligu javnvágina og seta kósina móti búskaparligum sjálvbjargni.
Partapolitikkur
Júkað verður eisini upp í saman, at minnilutastøðan ger, at nú verða semjur gjørdar tvørturum floksmørk, at demokrati'ið nú loksins valdar.
Ja, farið eru nú so langt í vælsignilsinum av íkomnu støðuni, at ad hoc uppskot at broyta tingskipanina nú verða játtað av tingformanninum, hóast sami átti at stuðla siðvenjuna, at tingskipanin ikki skal broyast í hissini, men bert sum úrslit av skipaðari tilgongd.
Men »málet helliger midlet«. Stinga mál seg upp sum stuðla partapolitiska hugburðinum, so er líka feitt, hvussu tignin er í viðgerðini.
Og leygarnáttina bar av. Tingskipanin varð broytt soleiðis, at ríkisumboðsmaðurin nú kann væntast at vera dagligur gestur á tingsins røðarapalli at bera boð frá donsku stjórnini.
Men tað er kanska eisini meiningin, ikki minst fyri tey, sum liva best í konfliktum og ósemjum við danir, heldur enn av loysnum!
Blúgvast ikki
Men har var kanska ikki annað væntandi, tá hugsað verður um atburðin hjá tingformanninum, sum ikki blúgvaðist - í partapolitiskum herindum - í Norðurlandahúsinum í sambandi við 10-ára hátíðarhaldið hjá Umboðsmanninum, at jarðleggja politiskar samstarvsfelagar, at vera talsmaður fyri eini skueprosess, har politiskt illgresi varð sáað fyri fjøld um persónar, sum higartil ikki hava havt minsta kjans at verja seg (les á heimasíðuni hjá Umboðsmanninum www.lum.fo).
Men hetta ber væl til. Teir órættaðu hava ongan kærumøguleika. Tað tryggjar lógin um Løgtingsins Umboðsmann. Tí kundi tingformaðurin servera sín partapolitikk fyri fjøld av áhoyrarum.
Hetta hevði fingið avleiðingar í øllum skipaðum londum, bara ikki í Føroyum. Ja, sjálvt miðlarnir lótu sum einki, burtursæð frá onkrum journalistiskum hofleverandøri, sum í bløðunum hevur forherligað 10 - ára jubileumshaldið í Norðurlandahúsinum. Men tað var kanska eisini væntandi.
Mest at líkna við arabiskar tilstandir. Grát mítt elskaða land.