Arabiska Samgongan styðjar flúgviforboð

Londini í Arabisku Samgonguni hava á fundi í dag samtykt at biðja trygdarráðið hjá ST lýsa flúgvibann í libyskum luftrúmi. Tað skal gerast fyri at forða Gaddafi-stýrinum at brúka flogfør ímóti uppreistrarfólkinum.

Samstundis staðfestir samgongan, at brotsverkini, sum libyska stýrið hevur framt ímóti sínum fólki, gera, at stýrið hevur mist sína lógligu støðu.

Tað var aðalskrivarin í Arabisku Samgonguni, Amr Moussa, sum kunngjørdi avgerðirnar hjá teimum 22 limalondunum. Hann legði afturat, at samgongan hevur eisini samtykt at taka upp samband við libysku uppreistrarleiðsluna, sum heldur til í býnum Benghazi.

USA hevur í kvøld boðað frá, at landið styðjar samtyktina hjá Arabisku Samgonguni um at seta í verk flúgviforboð í libyskum luftrúmi. Ein talsmaður fyri Hvítu Husini sigur, at arabiska samtyktin økir altjóða trýstið á Muammar Gaddafi og styrkir altjóða stuðulin til libyska fólkið.