Umleið hálvtannaðhundrað umboð fyri Arabisku Samgonguna komu í dag til Sýrialands, eftir at sýriski forsetin, Bashar al-Assad, hevur slakað fyri trýsti frá altjóða samfelagnum og givið umboðunum loyvi at koma til landið. Spurningurin er so, um tey arabisku umboðini kunnu rudda slóð fyri friði.
Mannarættindafelagsskapir í Bretlandi søgdu í dag, at 6.237 fólk, teirra millum minst 400 børn, hava latið lív, síðani mótmælini ímóti sýrisku leiðsluni byrjaðu í vár. ST segði herfyri, at meiri enn 5.000 fólk vóru deyð.
Sýrisku myndugleikarnir siga, at tað eru útlendskir yvirgangsmenn,sum standa fyri ófriðinum. Myndugleikarnir siga eisini, at meiri enn 2.000 trygdarhermenn eru deyðir í ófriðinum.










