Arabisk lond harta Hizbollah

Í gjár høvdu uttanríkisráðharrarnir í Arabisku Liguni fund í egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo, og har var breið semja um, at libanesiska shia-rørslan, Hizbollah, skal fordømast fyri uppílegging sína í borgarakríggið í Sýrialandi.

Arabisku uttanríkisráðharrarnir samdur um eina yvirlýsing, har teir fordøma alla útlendska uppílegging í borgarakríggið í Sýrialandi.

Serliga vendir yvirlýsingin sær ímóti Hizbollah, tí stríðsmenn frá Hizbollah hava barst saman við stjórnarhermonnum ímóti andstøðu- og uppreistrardeildum í borgarakrígnum í Sýrialandi.