Arabi vil keypa Chelsea

Enskir miðlar skriva nú, at arabiski Dr. Sulaiman al-Fahim hevur í kvittanini at keypa Chelsea. Alment hevur ríkmaðurin sagt, at hann hyggur at fleiri europiskum fótbóltsfeløgum, og at Chelsea er eitt av hesum. – Tað er ikki greitt, um Chelsea er til sølu, men eg rokni við, at alt hevur sín prís, sigur al-Fahim. Hvussu er og ikki, so verður talan neyvan um bíligan handil. Roman Abramovich hevur higar til nýtt einar fimm milliardir krónur upp á Chelsea, og hann selur neyvan felagið fyri minni enn hesa upphædd.