Valla hevði Mike Ashley sagt seg vera til reiðar at selja Newcastle, áðrenn ein ein ríkur milliardingur er til reiðar at keypa. Sheikh Mohammed bin Rashid Al Maktoum, sum er oddamaður í Dubai Investment Capital Group, hevði í summar ætlanir um at keypa Liverpool. Tann handilin varð av ongum, men nú sigst hann vera til reiðar at keypa Newcastle ístaðin. Og fyri Al Maktoum, sum verður roknaður millum heimsins ríkastu menn, er ein keypsprísur upp á 1,25 milliardir helst ikki tað stóra at tosa um.










