Arabarar eftir norskari olju

Norska oljufelagið Statoil vil fegið sleppa fram at oljuríkidøminum í Algeria, men nú hevur tað almenna algeriska oljufelagið svarað, at so vil tað sleppa á norska landgrunnin afturfyri.

Algeriska oljufelagið hevur ongar royndir við at leita eftir olju á sjónum, tí higartil hevur felagið bara arbeitt í algerisku oyðimørkini. Men stjórin í felagnum, Mohamed Maziane, sigur við Aftenposten, at tað er eingin trupulleiki. Tvørturímóti væntar hann sær nógv burtur úr samstarvinum við Statoil, sum serliga er ætlað at umfata gass.

Norska felagið hevur fleiri leitingarloyvi í Algeria, og felagið er sinnað at lata algeriska felagið fáa lut í virksemi sínum á norska landgrunninum, men sambært Aftenposten ætlar algeriska felagið at fáa egin loyvi í norskum sjógvi.