Nú eiga arabar eitt av teimum best kendu háhúsunum í New York. Eitt íløgufelag, sum tað almenna í Abu Dhabi eigur, hevur keypt Chrysler-bygningin. Sambært amerikonsku fjølmiðlunum hava arabar keypt 75 prosent av bygninginum, og fyri tann partin hava teir goldið umleið fimm milliardir krónur. Chrysler-bygningurin er ikki tað einasta háhúsið í New York, sum er arabisk ogn. Frammanundan eiga arabar tann kenda General Motors-bygningin og Citigroup-bankan.