Áarósin bjóðar propaganda

Í eini tíð har føroyskir miðlar antin gerast ov tilvitaðir um lýsarar ella fundamentalt halda seg til journalistisku læruna, vendir Áarósin aftur til gomlu propagandatíðina Hótta føroyingafelagið í Århus er aftur á gøtuni ? ella faktiskt á netinum ? við einum Áarósa, limablað felagsins.

- Í eini tíð har føroyskir miðlar antin gerast í so tilvitaðir um lýsararnar ella fundamentalt halda seg til journalistisku læruna, vendir Áarósin aftur til góðu gomlu propaganda tíðina. Eitt rættiligt málgagn anno 2010. Men bert hesa einu ferðina, siga tey, sum varða av Áarósanum.

Í nýggja Áarósin verður objektivi kikarin settur fyri blinda eygað. Støðan hjá felagnum verður endavend, og tað er ikki við mýkindum, at fólk við aðrari áskoðan enn tí røttu sleppa framat. Innihaldið og boðskapurin peika ein veg ? tann rætta vegin. Bert lítið pláss er fyri sjálvrannsakan, og endamálið er ógvuliga greitt, at alt annað enn stuðul til føroyingafelagið í Århus er púra burturvið.

Nógv innihald er í blaðnum: Umframt eina gjølliga frásøgn frá støðuni hjá felagnum, er eisini eitt langt prát við Christian Lamhauge Holst, føroyska landsliðsleikaran. Hann greiðir frá sínari yrkisleið, sjálvsfatan og støðuni til føroyska landsliðið. Eisini er prát við nýggj í býnum eins og hugnaligar endurminningar úr Århus eru við í talgilda blaðnum.

Nýggi Áarósin fæst púra ókeypis á

www.aarstova.dk