AR-dagur á Argjum

Leygardagin skipar Argja Róðrarfelag fyri sonevndum AR-dagi á Argjum. Hetta er ein dagur, sum er ætlaður fólki í øllum aldursbólkum, og har tiltøk av alskyns slag verða hildin.
Millum tey meira forkunnugu av hesum kann nevnast, at sterkasti maðurin á Argjum skal finnast, eins og togtogan á flakum eisini er á skránni.
Hartil er hópur av øðrum tiltøkum fyri bæði børn og vaksin, áðrenn punktum verður sett, tá væl umtóku Nelson spæla til dans.
Tiltøkini byrja klokkan 14.