G!Festivalurin
Danski rapparin, sangarin, tónasmiðurin og sjónleikarin René Dif var millum áskoðararnir, sum Sosialurin hitti á G!Festivalinum. Ílatin hettutroyggju og við liðina av vinmanninum Martini Restorff hugdi Aqua oddamaðurin at damu síni Stine Kronborg, meðan hon sang og dansaði við danska poppbólkinum Infernal. Hann greiddi okkum frá, at fyri hann hevði G!Festivalurin verið ein feit uppliving. Serliga væl hevði honum dámt framførsluna hjá Beth Hart, sum sambært honum var fantastisk. Hann helt eisini, at karmarnir fyri festivalinum í eini lítlari bygd og á eini strond vóru sera hugnaligir, eins og festivalgestirnir eisini vóru hugnaligir.
René Dif, ið seinnu árini hevur roynt seg sum solistur, nýtti høvið at sleppa til Føroyar at vitja vinmannin Martin Restorff, nú Infernal og daman hjá honum skuldu spæla. Martin Restorff greiddi okkum frá, at teir báðir høvdu verið vinmenn í nógv ár, og at hetta tí var eitt kærkomið høvi at síggja vinmannin aftur.
René Dif gjørdist millum heimsins størstu poppstjørnur við dansk/norska bólkinum Aqua og teirra nógvu heimshittum og frísku og stuttligu tónleikaáskoðan. Bólkurin gavst meðan hann enn var á toppinum. Men legði eftir sær tvær fløgur Aquarium og Aquarius, og serliga heimshittini Barbie Girl, Dr. Jones og Turn Back Time, ið seint verða gloymt.