Sjálvt um Aqua-Lene, sum hon verður kallað, í fjør tapti ímóti L.O.C. og tí 24-ára gomlu songkvinnuni Emilie Päevatalu í sjónvarpsrøðini The Voice, verður Lene Nystrøm aftur at síggja á skíggjanum í ár.
Hesaferð verða tað tó ikki danskir hyggjarar, ið fáa gleði av Lene, tí norska Se og Hør avdúkar nú, at Lene hevur sagt ja til at verða við í tí Norsku útgávuni av The Voice.
Sendingin, sum varð send av Norska TV2, var sera væleydnað í fjør, og sjálvt um tey ikki hava avdúkað nakað enn, avdúkar Norska Se og Hør á teirra heimasíðu, at Lene hevur takkað ja til møguleikan. Somu keldur siga eisini, at Lene m.a. skal kappast við amerikanska sangaran Chris Medina, sum er kendur frá sendingini American Idol og sínum hitti What are words sum toppaði hittlistarnir í Norra og í Svøríki í 2011.
Hvør, ið skal verða dómari, verður almenna kunngjørt seinni í vikuni.
Skrivað hevur: Jakoba Svensdóttir
(kelda: www.senest.dk)