Sølan av North Atlantic Sea Farms (NAS) merkir, at pakkivirkið hjá Aqua Farms í Hetlandi letur aftur. Tað er Hjaltland Seafarms, sum hevur keypt NAS.
Pakkivirkið hevur pakkað laks fyri North Atlantic Sea Farms seinastu fýra árini, men nú alifyritøkan er seld, verða tað aðrir, sum koma at pakka laksin fyri felagið.
Aqua Farms hevur eisini pakkað laks fyri aðrar alarar, eitt nú Skelda og Framgord, men høvuðsleverandørur av fiski til Aqua Farms hevur verið North Atlantic Sea Farms.
Uttan NAS er grundarlag ikki fyri pakkivirkinum í Hetlandi.
Lokalir politikarar hava roynt at funnið felagnum aðrar møguleikar, men eydnast hetta ikki, verður lykilin snaraður um á virkinum - og 11 fólk missa arbeiði.