Tað verður bólkurin Monkey Mongolia, sum fer at leggja fyri á ársins ólavsøkukonsert.
Bólkurin er rímiliga ókendur, men teir hava longu einaferð gjørt vart við seg. Teir vunnu nevniliga Pop Top kappingina í ár, og so er tað gamal siður, at hesin bólkur sleppur at spæla fyrst á ólavsøkukonsertini sama ár.
Bólkurin er mannaður við ungum tónleikarum úr høvuðsstaðnum.










