Apropos spælistað

MARGARINFABRIKKIN
Ein pedagogiskur stovnur undir Tórshavnar Kommunu

ART EITT SLÓGBRÓTANDI
Tónlista/mentanarligt eksperementarium í Tórshavnar Kommunu

HUGLEIÐINGAR
Karl Anton Klein
Art leiðari, tónlistamaður
Margarinfabrikkin
??????
Margarinfabrikkin byrjaði sum ein neyðloysn. Í byrjunar og mið nítiárunum, vóru trupuleikar við ungum fólkum sum gingu úti á gøtunum. Og summi av hesum gjørdu fortreð og herverk.
Hetta var sjálvandi eitt problem, bæði hjá politikk-arum og lógregluni. Svarið upp á spurningin"Hvat skulu vit gera við tey ungu? "Var einfalt, seti tey inn í eitt gamalt hús sum frívillig og onnur vælmeinandi fólk vildu vera við til at umorganisera (summi av hes-um fólkum komu frá einum avhaldsungmannafelag). Fyri at tað ikki skuldi vera lygn so slapp tað allmenna við at lata Barnabata "hjálpa" sær. Sigast kann at vælvildin mótvegis MF tey fyrstu árini hekk í einum klønum tráði. Men tað eyðnaðist Leivi og hansara fólki at "institutionalisera" MF áðrenn sitandi samgonga kom til.
Sambært Tórhalli Às-lakkssyni (Leiðari nr 2 á MF.) var hansara jobb at ger seg sjálvan "unnveriligan", skilt á tann hátt at hetta skuldi vera eitt virkishús fyri børn og ung har brúkarin sjálvur ráddi fyri borgum.
Men 8 ár eru gingin og mangt er vent í holuni síðani. Einasti máti tað bær til at fáa Tórshavnar Kommunu til at taka við ábyrgdini av teimum ungu í kommununi, sum ikki vóru upptikin av til dømis ítrótti, varð, at broyta hetta demo-kratiska prinsippið, har tey ungu høvdu ávirkan á dagligdagin, til eina insti-tutión, at líkna við ein barnagarð (barnagarðar eru ikki júst kendir fyri teirra útbreiddu fatan av demokratinum), við ongum ella næstan ongum sjálvsavgerðarrætti.
Og tað er enn ikki eyðn-ast at fáa foreldur og onnur vaksin at taka lut í tí arbeiði sum verður gjørt á MF. Spyrjast kann tí um tað er áhugin ella tíðin, ella hvat tað nú er sum, ger at for-eldur ikki blanda seg uppí ella engagera seg í hvørjum umstøðum teirra børn og ung eru í.
Eg hvørki vil ella fari at taka dagar ímillum, um tað arbeiðið sum starvsfólkið á MF ger er nøktandi ella ikki. Eg takið bara støðu til teir ytru karmarnar sum eg síggji teir og havi sæð teir í tey 8 árini, eg havi verið her. Blandi meg ikki uppí tað pedagogiska arbeiðið. Tað hava vit jú fakfólk til.
Eg vil tó siga so mikið, at eg ynski at børn og ung, ikki bara í Havn men kring alt landið, skulu hava so góðar umstøður sum møgu-ligt. Tí havi eg millum annað dedikera mína tíð til tess at skapa eitt livandi umhvørvi har trivnaður og skapandi andi er felags-nevnari fyri øllum virkseminum.
ART. Eitt eksperimentarium í Tórshavnar Kommunu.
Sigast skal at samstarvið við Kommununa hevur verið og er gott og vit hava góðar sømdir,at skapa eitt livandi umhvørvi, har kreativiteturin er í hásæti. Og sum so at rokna tann kraft-miklasti depilin innan fyri Rokkin í Føroyum í dag. Hetta er einasta staðið sum bæði hevur venjingarhølir og vanliga skipar fyri tiltøkum, har ungu tónleikar-nir sleppa á pall at royna seg. Hesar konsertir verða hildnar í samstarvi við MF. Og eru tær einar 10 -15 árliga, har nýggjur originalur rokkur er at hoyra.
Ungu rokktónleikarnir í Havn høvdu sama problem sum hini ungu sum gingu úti á gøtuni. Tí varð ART stovnað og endaði undir sama taki sum MF.
Hvat hendir í ART ?
ART er ein felagskapur av áhugatónleikarum, nærri sagt áhugafelag rokktónleikaranna.
ART hevur 7 venjingarhølir har umleið 10 bólkar venja t.v.s. at einir 40 tónleikarar eru virknir í hølunum.
Á somu hædd, 2. hædd í MF er eisini tónleika-frá-læra undir Tórshavnar Kvøld og Ungdómsskúla, har undirvíst verður í tónleiki í einar 40 timar um vikuna, har fólk bæði innan ART og uttanífrá fáa frá-læru í tónleiki.
Her er ein tilvildarlig remsan av bólkum sum hava havt og hava samband við ART:
MOLD, HATESPEECH, FLUX, FLUFFY TOYS, SIDEEFFECT.ALL THAT RAIN, ÐIÐ, HAPPY, HTV, LÍTLA RÚM, TJÓGV, TOXIC, PARADOX, SPEAKER, MONKEY MONGOLIA, 48 PAGES, MAKREL, BLIZ, HEAD-ACHE BLUES TREO, DIATRIBES, NIRVADA, ONKIKANNNDISKUTERAST.ALTKANN, THE HILLS, ZINK,PÁLL FINNUR PÁLL, JÓANES OG WILLIAM, JÁKUP ELI, SIC, THE STORY ENDS, LAM, LAMA SEA. DJ. SWITCH.
Sigast kann at ART hevur verið og er ein týðandi partur av øllum tí nýskap-andi rokktónleikinum í Før-oyum. Nevnast kunnu bólk-ar sum áðurnevndu Makrel, sum kappast uttanlands við góðum úrslitum. Gó Gó Blues sum ivaleyst eru besta boðið upp á blúses-tónleik í Føroyum í dag. Vit útflyta góðar tónleikarar úr bæði Speaker og 48 Pages, sum fara niður til Dan-markar í Januar at nema sær betri kunnleika innan tónleik.Vit hava eisini havt bólkar sum Oblivion, MC Hár. Og 200 hava eisini vant her,
Krit sum var ein tann koolasti bólkurin innan tað slagið av heavy, sum teir spældu (suverænt teir bestu). ÐiÐ sum rulaði í Ålborg á størstu ungdómstónleikarstevnu í Europa (har vit saman við MF hava umboða Føroyar 3 ferðir, 4 ferð verður í januar 2005), og Eyðun sum saman við størstu punkdrotningini í Ìslandi, Heiðu, rokkaði Reykjavík totalt.
Hvat er framtíðin ?
Hjá mær sum leiðara í ART og viðspælara í MF í næstan øll árini MF hevur verið til er lætt at koma til hesa niðurstøðu.
Tórshavnar Kommuna hevur (sambært Katrin Petersen,pedagogiskum leiðara) seinastu árini brúkt 100 milliónir kr. uppá at byggja 11 barnaansingar-miðstøðir (fyri ikki at kalla tað deplar) har ansað verð-ur eftir børnum í nakrar tímar um døgnið. Restina av døgninum, kanska frá kl 18 til kl 07, standa hesir deplar tómir.
Hví ikki lata dyrnar upp fyri teimum ungu, so tey hava onkunstaðni í nær-umhvørvinum at fara í frítíðini, ístaðin fyri at noyða tey oman í miðbýðin? Nógv foreldur í útjaðar-un-um, (her hugsi eg ikki um Nólsoy, Hest ella Norðradal, men um Argir Norð-asta Horn og Hoyvíksøkið) hvørki vilja ella tora lova børnum teirra oman í miðbýin á kvøldar/náttarrtíð. (hetta hevur ført við sær at foreldur hava tikið stig til at okkurt býlingshús er opið fyri ungum um kvøldið).
Um so var at hesir stovn-ar vóru opnir kundi komm-unan sett nakrar pedagogar í starv afturat.
Eitt annað man kundi hugsað sær var, at nú Tórs-havnar Kommuna er ígongd við stórar útbygg-ingar í Hoyvíkshaganum, hví so ikki byggja hóski-ligar karmar í samband við nýgja skúlan, har børn og ung kunnu vera í frítíðini? Hví er tað ikki diskuterað? Hví ikki lova teimum at dansa og hava tað stuttligt í tryggum umstøðum í nærumhvørvi teirra?
Eg meini, tá man hevur brúkt yvir 100 milliónir (ikki júst smápening) uppá barnaansing og kanska aðrar 50-60 milliónir uppá ein eldrastovn. Hvussu ber tað so til at tað er so eiðsørt tá tað snýr seg um tey sum eru millum 7 og 18 ára gomul?
Ein og hvør sum er áhugaður í at síggja, hvaðar tey ungu leita sær leygarnátt/ sunnumorgun, kunnu fara í Steinatún og vissa seg um, at mong av teimum heilt ungu ikki liggja heima og sova kl 04.
Okkara problem, t.v.s. tónleikaranna problem, er, at sum tað dag og dagliga verður sagt, vit hava onki stað. Men vit hava staðið, nevniliga húsið, sum verður kallað Margarinfabrikkin. Ein karmur sum øll, ið tíma at seta seg inn í tingini og tora at kalla ein spaka fyri ein spaka, tá tað snýr seg um at skapa nøktandi umstøður fyri børn og ung veit, ikki er egnaður og ikki livir upp til tey krøv bæði foreldur, polittikarar og samfelag annars, eiga at seta til eitt ungdómshús, nú vit ganga ímóti ár 3.000.
Men húsið er perfekt til tónleikin.
Gev okkum MF til tónleikahús. Tað er vælegna til tess.
Eg veit at Kommunan arbeiðir við einari total-renoveringsætlan av húsin-um innanfyri eini 4-5 ár. Húsið er so mikið gamalt og krevur ábøtur. Um tað ikki verður gjørt, so kann tað javnast við jørðina, tí tað fer at kosta meira enn at byggja nýtt.
Loyvi okkum at bróta nakrar múrar niður inni, soleiðis at tað gerst eitt vælhóskandi spælistað. Tað krevst ikki so nógv og kostar heldur ikki tað stóra. Hetta hevði givið okkum eitt skotbrá har vit kundu uppbygt ein kapital, soleið-is at eitt framtíðar tónleika-stað hevði borið seg sjálvt. So høvdu vit sloppið undan hesi patetisku biddaragongdini til eitt býráð, sum bert sær út til at duga at loysa eitt problem í senn.
Okkara loysn er bílig, kostar næstan onki. Út yvir hvat tað kostar at seta nakrar nýggjar pedagogar í starv.
Gevið børnunum og teimum ungu virðiligar umstøður. Gevið tónleikinum húsini og Havnin fær ein trivna sum tey flestu bara tora at droyma um.
Men loyvið skapandi kreftunum at virka til frama fyri einum sterkum vælfungerandi og fjølbroyttum mentanarlívi, soleiðis at ikki bara Havnaborgarar, men alt Føroya fólk kann vera erpi av okkara høvuðsstaði.