Aprílsøga: Pál svimur sjálvandi ikki fyri Danmark

Í Sosialinum, sum kom út fyrr í dag, 1. apríl, var ein søga á ítróttarsíðunum og eisini á forsíðuni, at nú fór Pál Joensen at velja danska svimjilandsliðið fram um tað føroyska, tí tað var einasti møguleiki, skuldi hann menna seg sum svimjari, umframt at hann annars ikki fekk síni met roknað sum donsk met.

Men hetta var sjálvandi ein aprílsøga, uttan nakað sum helst hald í veruleikanum. Sjálvandi fer Pál Joensen ikki at svimja fyri Danmark, hóast grundgevingarnar óivað tóktust trúligar, tá havt verður í huga, at Sosialurin dagin fyri hevði gjørt nógv burturúr, at øll tey donsku juniormetini hjá Pál Joensen skuldu strikast.

 

Nógv gjørt vart við seg

Bæði Pál Joensen og venjari hansara, Jón Bjarnason, hava tað nógva av degnum fingið hópin av viðmerkingum um søguna, og mestsum í hvørjum einasta føri noyddust teir at vísa fólki á, at talan var altso um eina aprílsøgu.

? Tað stuttligasta er, at tað enntá hava verið fólk innan fyri svimjiheimin, sum hava verið við leingi og enntá finnast á hægstu rók, sum hava ringt og kært sína neyð, sigur Jón Bjarnason, sum hevði eina reyðgløðandi fartelefon tað nógva av degnum.

Kortini var alt ikki bara aprílsøga, tí Pál Joensen vil fegin undirstrika, at hann veruliga er vónbrotin av politikarunum, at teir ikki hava verið førir fyri at útvegað bara so mikið sum ein hyl í landinum, sum er 50 metrar langur. Honum hava svimjararnir bíðað leingi eftir, og tann parturin av aprílsøguni má gjarna takast í fullum álvara.