Apríl 2013: Hákun Andrias vann 2,9 milliónir

Brot og bitar úr Sosialinum í 2013

Hann tørnaði inn hóskvøldið við ryggi, og tí var hann árla á fótum Dýra Biðidagsmorgun.
- Ja, eg var uppi um 6.30 tíðina, so eg setti meg við telduna og fann Casino spælið fram á Bet365. Eg tók kjansin og setti 500 krónur á spælið og so trýsti eg, sigur 20 ára gamli Hans Andrias Hansen.
Hetta var ein einaferð møguleiki.
- Rakti eg einki, so vóru tær 500 krónurnar roknar, sigur Hákup Andrias Hansen.
Men pengarnir vóru væl farnir, nógv betur, enn hann í fyrsta umfari hevði torað at vóna.
- Eg sá, at tað komu 20.000 krónur upp, so eg var so hjartans fegin, tí tá hevði eg vunnið hesar 20.000 krónurnar umframt tær 28.000, sum eg vann mikudagin, sigur Hákun Andrias Hansen.

Hann hevur ikki spælt so leingi.
- Tað munnu vera einir tveir mánaðir síðani, at eg byrjaði at spæla inni á Bet365, men í mun til tey flestu var tað ikki í kortspæli, at eg vann. Eg havi alla tíðina spælt inni á tí, sum eitur Casino, og so fór eg eftir tí spælinum, har jack-pot'uri var størstur, sigur Hákun Andrias Hansen.
Hann hevur onkuntíð áður vunnið smærri upphæddir, og einaferð vann hann 8.000 krónur.
- Men tær tók eg ikki út, eg spældi tær burtur aftur. Men tá eg so vann hesar 28.000 krónurnar mikudagin, gjørdi eg av, at taka tær út. So tú kanst hugsað, at eg gjørdist glaður, tá eg helt, at eg hevði vunnið 20.000 krónur aftrat, sigur Hákun Andrias Hansen.

Hvat fyri rest?
Tað hendi so tað, at Hákun Andrias fekk eina uppringing frá einum umboði frá Bet365.
- Teir ringdu fyri at kanna eftir, at tað veruliga var eg, sum hevði vunnið. Eg kundi so vátta fyri teimum, at talan var um rætta koutorðið, og eg bað teir bara flyta mær tær 20.000 krónurnar, sigur Hákun Andrias Hansen.
Tá so umboðið frá Bet365 spurdi, hvar hann so ætlaði at gera við restina av pengunum, stóð hann mest sum kánus.
- Eg fekk so spurt, hvussu nógv tað snúði seg um, og so segði hann 2,9 milliónir krónur. Eg veit ikki, hvat eg hugsaði. Eg haldi, at eg hugsaði als ikki, sigur Hákun Andrias Hansen.
Tað gekk tí ein góð løta, áðrenn tað gekk upp fyri 20 ára gamla nólsoyinginum, hvat tað var, ið júst var hent.
- Tá tað var gingið upp fyri mær, at eg knappliga var blivin millióningur, fór eg beina leið yvir til ein vimann at reypa eitt sindur, og so fóru vit annars til Havnar at feira tað, sigur Hákun Andrias Hansen.

Sigi ikki upp
Tá Sosialurin fekk orðið á hann leygardagin, var bert gott døgn liðið, síðani hepna trýstið á einarmaða tjóvin, og hann hevði ikki havt stundir at hugsa nærri um, hvat nú skuldi henda.
- Eg havi hugsað nógv um at fara til Danmarkar á musikkskúla, og tá er gott at hava eitt oyra at falla aftur á, sigur Hákun Andrias.
Men tað finnast ongar villar og stórar ætlanir hjá nólsoyinginum.
- Nú havi eg júst keypt mær eina nýggja harmoniku, annars kundi tað verið ein møguleiki at keypt eina ordiliga flotta harmoniku. Og kanska fari eg eisini at keypa mær ein bil, sigur Hákun Andrias Hansen.


***

Nógvir týskarar á vitjan
Komandi tríggjar vikurnar eru einir 450 týskarar við Norrönu á hvørjum túri. Ferðirnar byrja leygardag í Hirtshals og enda eina viku seinni, tá ið Norröna aftur leggur at í Hirtshals. Allar dagarnar búgva ferðafólkini umborð á Norrönu, sum steðgar á í Føroyum bæði mánadag og hósdag.
Tað er týska ferðavinnufelagið, Trend Tours, ið hevur marknaðarført og selt týskarum túrin. Samstarvið við Trend Tours er liður í tí, at Smyril Line hevur lagt seg eftir at leingja vertíðina so nógv sum gjørligt.

****


Menn tjena milliónirnar
Tað knípur framvegis hjá kvinnunum at fylgja við, har stóru pengarnir eru at tjena. Tilsamans 6.424 menn tjena meira enn 350.000 krónur um árið, meðan bara 1872 kvinnur hava eina ársinntøku oman fyri 350.000 krónur. Í 2011 vóru tað 328 føroyingar, sum tjenaðu meira enn eina millión krónur. Av teimum vóru 314 menn og bara 14 kvinnur.

****

Skulu slakta í Suðuroy
Laksur, sum svimur í aliringunum í Suðri, skal eisini skal kryvjast og virkast í Suðri. Um neyðugt verður hetta ásett við lóg.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
- Bakkafrost sleppur ikki at flyta livandi laks úr Suðuroy inn á meginøkið at slakta, sigur Johan Dahl.

***


Nótaskipini gjalda mest
Landsstýrið roknar við at fáa 116 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi frá fiskiskapi eftir makreli og sild. Nótaskipini, sum fáa størstu kvoturnar, skulu gjalda 76 milliónir.
Rokningin til ídnaðarskipini er 15 milliónir fyri makrelin og smáar fimm milliónir fyri sildina.
Flakatrolarar, rækjuskip og skip við rættindum í altjóða sjógvi skulu, sambært leistinum hjá landsstýrinum, gjalda tilsamans smáar 17 milliónir í veiðigjaldi fyri makrel og sild.
Meðan heimaflotin sleppur undan veiðigjaldi, so roknar Fiskimálaráðið við, at trolarar og línuskip koma at landa nakað til útlendsk móðurskip, tí sambært skjølunum í málinum koma tey at rinda tilsamans fýra milliónir í avreiðingargjaldi fyri sild og makrel.