Apple skattaskjól í Írlandi

Í USA hevur senatið avdúkað, at teldu- og tøknirisin, Apple, í fýra ár skal hava sloppið sær undan at rindað hundraðtals milliardir av krónum í amerikanskum partafelagsskatti.

Hetta hevur Apple gjørt, við at flyta yvir 430 milliardir krónur til feløg, sum eru skrásett í Írlandi, har annars fleiri dømi eru um, at útlendskar fyritøkur hava roynt líknandi snildir.

Írski varaforsætisráðharrin, Eamon Gilmore, sigur tó, at hesin trupulleiki ikki stavar frá írskari lóggávu, men at tað er lóggávan í øðrum londum, sum ikki er nøktandi.

Apple vísir hinvegin á, at fyritøkan er millum størstu skattgjaldarar í USA, og at Apple bara í ár fer at leggja um 40 milliardir krónur í amerikanska statskassan.

Stjórin í Apple, Tim Cook (myndin), vísir øllum skuldsetingum um svik aftur og sigur, at øll dóttirfeløg hjá Apple rinda skatt í teimum londum, har tey eru virkin.