Apple er nú farið í gongd við at framleiða eina nýggja útgávu av iPad. Hetta veit eb.dk í dag.
Tann nýggja útgávan fær sjálvsagda heitið iPad 2, og sambært Wall Street Journal fer nýggja útgávan at innihalda eitt myndatól og fer at verða skjótari enn fyrsta útgávan av iPad.
Samstundis verður nýggja útgávan lættari og tynri enn fyrsta útgávan.
Sambært Wall Street Journal verður iPad 2 gjørt við einum myndatóli, sum skal gera tað møguligt at hava videofundir og líknandi við tólinum.
Apple hevur higartil selt 14.8 milliónir eintøk av iPad telduni.
Sambært Wall Street Journal fer Apple at almannakunngera iPad 2 á amerikanska marknaðinum innan fáir mánaðir.
Tað væntast, at príslegan verður áleið tann sama.
Serfrøðingar innan telduútgerð hava frammanundan sagt, at Apple fer at selja áleið 30 milliónir eintøk av iPad í 2011.
Kelda. Eb.dk