Apple og Facebook jagstra ungt flogvit

15 ára gamli Ben Pasternak hevur ment sera væl umtókta app, og nú vilja kt-risar hava fatur á honum

Australski tannáringurin Ben Pasternak keddi seg í skúlanum, men heldur enn at seta seg við PlayStation ella telduni at spæla, menti hann appina Impossible Rush, sum nú er tikin niður 800.000 ferðir.


Nú hava bæði Facebook, Apple og Google boðið honum praktikkpláss. Hann sigur, at hann møguliga tekur av, men hann ætlar sær at byrja egna fyritøku.

Ben Pasternak sigur, at hann er farin í gongd við sínu næstu verkætlan, sum skal yvirganga ta fyrru. Hann ætlar at gera boðberar meira persónligar.