Apple málið fyri í írsku stjórnini

Herfyri framlegði kommisserurin í kappingarmálum hjá ES, Margrethe Vestager, eina niðurstøðu av kanning hjá ES, at Apple skal rinda við afturvirkandi kraft, 13 milliardir evrur í skatti til írska skattavaldið

Tim Cook, stjórin í Apple, kallaði niðurstøðuna fyri "political crap" og helt hana verða púra vitleysa.

 

Stjórin í írska flogfelagnum Ryanair, Michael O'Leary, blandaði seg eisini uppí og bað írsku stjórnina um at biða ES halda seg burtur frá innanríkispolitikki.

 

Støðan hjá ES er tann, at tey síggja skattligu fyrimunirnar hjá Apple sum ein óbeinleiðis statsligur stuðul frá Írlandi. Nakað, sum er ólógligt í ES. Apple hevur allatíð noktað at tað støðan og sjtórnin í USA hevur eisini verið uppí leikinum og óbeinleiðis hótt við avleiðingum, um ein amerikons fyritøka verður fyri órætti í Evropa.

 

Sambært BBC, so skal írska stjórnin nú taka støðu til málið. 13 milliardir evrur eru nógvir pengar. Tað er upphæddin, ið verður sett av til alt tað írska heilsuverkið, so tað er nógv at siga nei til.

 

Minnilutastjórnin í Írlandi sigur nú, at tey eru ósamd við niðurstøðuna hjá ES. Sama sigur stóri andstøðuflokkurin, ið eisin vil kæra avgerðin, um ikki annað fyri at fáa eina neyvari viðgerð av niðurstøðuni.