Eftir meiri enn 25 ár í klandri um brúki av ?Apple? hugtakinum, sæst nú ein endi á stríðinum millum Apple Inc. og gamla plátufelagið hjá Beatlunum Apple Corps. Tøkni fyritøkan Apple Inc. hevur endiliga vunnið sær ?Apple? hugtakið frá Apple Corp. og stýra nú 100 prosent Apple merkinum. Partarnir brustu saman fyrstu ferð í 1980, tá ið George Harrison sá eina lýsing um teldur av Apple merkinum í einari ávís. Sjálvir høvdu Beatles limirnir stovna Apple Corps. í 1968 til at marknaðarføra seg. Nógvar rættarsakir spurdust burturúr, og mangan er tað blivi til semjir, sum so eru slitnar aftur grunda av øktu ferðini í nýmótans teldutøkni og ikki minnst alnótini.
Partarnir møttust aftur í rættinum í 2003, tá ið Apple Inc. fór undir nógv brúkta iTunes vevhandlin. Ein talsmaður hjá teldu fyritøkuni sigur, at løgini hjá The Beatles eru ikki tøk á nøkrum lóvligum vevtænastusíðum, men at hetta fer møguliga at broytast nú Apple Inc. eigur rættindi til tað.