Apple hækkar prísin

Allar appirnar í App Store, sum er handilin hjá Apple á netinum, hækkaðu í nátt við 10 prosentum ella meir.

Tað skrivar Spiegel Online.

Ein app, sum higartil hevur kostað 0,79 evrur ella 79 cent, kostar í dag 89 cent.

Príshækkanirnar hava stóran týdning fyri Apple fyritøkuna, tí fyritøkan fær 30 prosent av umsetninginum, meðan 70 prosent fer til tann, sum hevur gjørt appina.

Apple ávaraði hvørki brúkarar ella fólkini, sum gera appirnar, áðrenn prísirnir blivu hækkaðir. Nú hevur Apple tó sent teldupostar til allar app-mennararnar, har teir verða kunnaðir um nýggju samstarvsavtaluna. Í teldupostinum stendur ikki at lesa, hví prísirnir eru farnir upp.

Prísirnir á appunum er hækkaðir fyri evruna, meksikanskar pesos og donsku krónuna, stendur skrivað í teldupostinum, sum app-mennararnir hava fingið.

Í iTunes Store, har til ber at keypa tónleik, filmar og sjónvarpssendingar, eru prísirnir ikki farnir upp.