Apple næskast við stórum fetum Microsoft, og fer skjótt at yvirhála KT-risan.
Tað skrivar epn.dk.
Talið av seldum eindum, sum koyra á Mac OS og iOS hjá Apple, fer innan tvey ár at yvirhála talið av seldum Windows-baseraðum eindum.
Tað metir analysuhúsið, Gartner, sum væntar, at snaringspunktið verður í 2015.
Í fjør vóru framvegis nógv fleiri Windows-baseraðar eindir seldar enn Apple-baseraðar eindir.
Sambært Gartner vórðu í fjør sendar 347 milliónir Windows produktir, meðan talið fyri Apple produktir lá á 213 milliónum.
Longu næsta ár fer munurin millum Windows og Apple at verða komin niður í 23 milliónir eindir.
Og menningin vil í 2015 mest sannlíkt merkja, at fleiri Apple-baseraðar eindir verða seldar enn Windows-baseraðar, skrivar epn.dk.