Apple hevur gjrøt av at sleppa ætlanini at byggja eitt stórt datamiðstøð uttan fyri Aabenraa í Suðurjyllandi í Danmark.
KT-risin hevur gjørt av heldur at fokusera upp á datamiðstøðina í Viborg, verður sagt í eini skriftligari flráboðan frá Apple, sum Ritzau hevur fingið.
– Samstundis sum datamiðstøðina hjá okkum í Viborg er um at vera liðugt, hava vit gjørt av at fokusera upp á at víðka hesa staðsetingina í staðin fyri at byggja enn eitt datamiðstøð í Aabenraa.
– Vit eru takksom fyri stóra stúðulin, vit hava merkt, bæði hjá kommununi og í lokalumhvørvinum í Aabenraa, sigur felagið.
Ætlanirnar um at byggja eitt datamiðstøð í Kassø við Aabenraa komu fram í 2017. Aabenraa Kommuna varð kunnað um nýggju ætlanirnar í eini stuttari telefonsamrøðu í dag.
Tað kom púra óvæntað, sigur Thomas Andersen, borgarstjóri, sum kallar tað fyri eini óynskta bungu áv egnum fyri stríðið fyi nýggjum arbeiðsplássum í kommununi.
– Tað harmar meg almikið. Eg hevði fegin sæð, at hetta var farið í gongd. Men tá tað er sagt, so hava vit rættiliga nógv her í Aabenraa Kommunu eins og onnur datamiðstøð, sigur hann.
Apple er ikki einasti kt-risi, sum hevur gjørt vart við seg í kommununi. Eisini Google hevur keypt eitt grundstykki í kassø við Aabenraa, har felagði ætlar at byggja eitt stórt datamiðstøð.
Thomas Andersen vísir á, at starvsfólk í kommunu hava brúkt nógva arbeiðstíð upp á Apple-verkætlanina.
– Vit hava gjørt nakrar kommunalar íløgur í Apple-byggingini, men vit hava eisini havt tað til myndugleikaviðgerð fyri Apple, sigur hann.
Borgarstjórin vónar, at umrøðan kann merkir, at onnur datamiðstøð vilja bóða seg fram og brúka stykkið, sum Apple fer frá.
Apple ætlar at selja grundstykkið, har datamiðstøðin skuldi byggjast. Aabenraa Kommuna vil royna at hjálpa vit at finna ein keypara.
Apple er eisini í ferð við at byggja eitt datamiðstøð í Viborg. Fyrr er boðað frá, at tað skal lata upp í 2019.
Tað er aðru ferð í tríggjar mánaðir, at ein stórur amerikanskur kt-risi steðgar ætlanum um datamiðstøð í Danmark.
Í mars slepti Facebook eini ætlan um eitt datamiðstøð í Esbjerg, men amerikanska felagið heldur fram við at byggja eitt datamiðstøð í Odense.
Google hevur eisini ætlanir um eitt datamiðstøð í Fredericia.
/ritzau/
Link til pressemeddelelse på Via Ritzau
Kontakt
Anne Meisner Synnestvedt
Telefon
33300497
Apple dropper at bygge datacenter i Aabenraa Kommune. - Foto: Lionel Bonaventure/Ritzau Scanpix
LYD
Borgmester i Aabenraa, Thomas Andresen (V)
RELATERET INDHOLD
15.16 FAKTA: Her skal der bygges nye datacentre i Danmark
TIDLIGERE VERSIONER
14.24 Apple dropper stort datacenter ved Aabenraa 6. version
13.59 Apple dropper stort datacenter ved Aabenraa 5. version
13.55 Apple dropper stort datacenter ved Aabenraa 4. version
13.41 Apple dropper stort datacenter i Aabenraa 3. version
13.32 Apple dropper stort datacenter i Aabenraa 2. version
13.31 1. version











