Apple argar bankarnar

Nýggja dagføringin av stýriskipanini til iPhone hevur við sær, at netbanka-appin hjá føroysku peningastovnunum ikki koyrir heilt eftir vild.

 

Føroysku peningastovnarnir skriva, at hjá verandi brúkarum av appini er talan fyrst og fremst kosmetiskar feilir. Eitt nú at teksturin sær øðrvísi út enn vanligt. Sagt verður eisini, at hetta ikki ávirkar trygdina.

 

Tey, sum hava dagført telefonina við iOS 7, og nú ætla sær at fáa Netbankan sum app, mugu hinvegin fylgja aðrari mannagongd, tí tað er í løtuni ikki gjørligt at installera Netbanka app´ina umvegis App Store á eini iPhone ella iPad, ið koyrir við iOS 7. Sagt verður, at hyggjuráðini eru at seta iPhonina ella iPadin ti ltelduna, og síðani heinta app´ina niður umvegis iTunes inn á telefonina/iPad´in. Hetta verður gjørt við at opna iTunes og á leita eftir “Netbanki” á iTunes.