Apple afturkallar battarí

Ein røð av iPhone 5 hevur ov vánalig battarí. Apple boðar nú frá, at hesi verða skift uttan rokning

Halda battaríini á tíni iPhone 5 ov stutt, so er tað kanska slettis ikki tær, sum tað er galið við.

 

Apple hevur nevnliga kunngjørt, at fyritøkan nú fer undir átak at skifta battaríini á eini ræð av iPhone 5. Talan er um telefonir, ið eru seldar millum september 2012 og januar 2013, og Apple hevur staðfest, hvørji raðnumrini eru, sum eru fongd av feilinum. Dentur verður eisini lagdur á, at talan einvíst er um iPhone 5 – og ikki 5S ella 5C.

 

Les HER fyri at vita, um tín telefon er fongd við brekinum.