Appilsingult!

Arbeiði á fólkatingi síggja vit sum uttanríkismál. Uttanríkispolitikkur er eitt hjartamálunum hjá Framsókn

Karlot Hergeirsson

Framsókn

Arbeiði á fólkatingi síggja vit sum uttanríkismál. Uttanríkispolitikkur er eitt  hjartamálunum hjá Framsókn. Í Føroyum verður ógvuliga lítið kjakast um politikk uttan fyri Føroyar. Vit er næstan eins og strutsurin, sum stingur høvdið í sandin, og ikki hevur áhuga ella meining um nakað sum hendir uttanfyri okkara egna dunnugarð.

 

Framsókn fer á Fólkatingið at føra Framsóknarpolitikk, sum er grundaður á okkara 3 høvuðsvirði, nevniliga tjóðarfrælsi, persónligt frælsi og vinnuligt frælsi.

 

Framsókn heldur at heimastýrislógin ikki er legitim meira. Tíðin hevur líkasum yvirhálað hana. Tó so, ásanna vit, at tað er okkara skylda at luttaka i teimum politisku skipanunum vit eru í. Danmark er, á fleiri økjum, á eini kós, sum skilur seg frá okkara. Danmark fara í næstum á eini fólkaatkvøðu at læta ES so nógv vald, at Danmark tá bert er at rokna sum eitt heimastýri í Evropa Samveldinum

 

Framsókn er – eins og stórur meiriluta av Føroya fólki - ikki fyri ES-limaskapi, men vit kunnu skjótt, um vit ikki eru á vakt, blíva eitt heimastýri í einum heimastýri í Evropa Samveldinum. Gott nokk eru vit føroyingar fámentir, men tá verða vit pinku-pinkulítlir.  Skulu vit varðveita ræðisrættin á okkara náttúrutilfeingi hava vit bert ein møguleika og tað er at Føroyar verða sjálvstøðugar og á tí støði samvinna við onnur lond og felagsskapir.

 

Hetta er prógva við teimum fiskivinnusamráðingum vit hava ført. Við politiskum hegni og einum profesionellum samráðingartoymi hava vit skaffað stór virðir til Føroyar.

 

Har vit eru sjálvir, eru vit meir enn hálvir. So kann ein bara droyma og ímynda sær hvussu stór virðir hetta landið ikki hevði kunnað fingið afturat, um vit høvdu fult ræði á øllum okkara viðurskiftum við útheimin, íroknað Danmark.

 

Danmark kemur ongantíð at tryggja vælferðina í Føroyum. Vit sóu tað so væl i makrelstríðnum við ES. Har valdi Danmark heldur vælferðina í ES og Danmark fram um vælferðina í Føroyum.

 

Vit er eins rík pr. íbúgva sum Norra, við øllum sínum oljuríkidømi, so at billa inn í fólk at vit føroyingar ikki kunnu sjálvir, gevur onga meining. Tað er bara viljin sum skal til. Vit í Framsókn hava viljan, vit hava trúnna, vit hava áræði.