Bjørn á Heygum hevur eina áhugaverda og góða grein við heitinum Decorum Officiale: Siðastandurin í Føroyum.
Í greinini er tíverri ein faktuel upplýsing, sum er skeiv: í einum broti skrivar Bjørn, at eg varð noyddur frá sum landsstýrismaður vegna ein meirnýtslu á 270 mió. kr.
Rætti samanhangurin er hesin, sum er uppsettur í talvuni niðanfyri, og eru tølini roknskapartøl frá Gjaldstovuni fyri árini 2005-08, sum var tíðarskeiðið, ið landsstýrismálanevndin kannaði:
Meirnýtslan í almanna- og heilsumálum fór í høvuðsheitum til sjúkrahúsviðgerðir, fólka- og fyritíðarpensjónir og almenna forsorg, serstakliga breka-økið
Sum talvan vísir var meirnýtslan á øllum málsøkjum, umleið líka stór í almanna- og heilsumálum sum fyri øll hini málsøkini samanlagt.
Men av tí at almanna- og heilsumál høvdu meir enn helvtina av allari fíggjarlógini, so var lutfalsliga meirnýtslan, tvs. roknað í % av játtanini, umleið tann sama ella enntá eitt vet minni í almanna- og heilsumálum enn fyri hini málsøkini.
Meirnýtslan hesi árini var sostatt ikki nakað serstakt fyri almanna- og heilsumál, ið var tað málsøkið, eg var landsstýrismaður fyri – men eitt fyribrigdi fyri øll málsøki, meir summastaðni og minni aðrastaðni. Eisini var hetta eitt afturvendandi fyribrigdi tey nógvu árini frammanundan hesum tíðarskeiðnum.
Hetta verður ikki skrivað fyri at bera í bøtuflaka fyri tann ringa siðastandin, sum Bjørn tekur til. Men fyri at ávísa, í hvussu stóran mun hetta var ein generellur trupulleiki. Tí kendist tað eisini ikki sørt undarligt, at landsstýrismálanevndin í 2009 gjørdi av at taka eitt av landsstýrisfólkunum úr rúgvuni í síni kanning og fellandi niðurstøðu.