Apolonia og Richard Johannesen gullbrúdleyp

Í dag, leygardagin 11. desember, eru tað 50 ár síðani, at Apolonia og Richard Johannesen í Hvannasundi giftust

Ikki minst millum teirra, sum plaga at vera í Zarepta, eru trivaligu, fryntligu og arbeiðssomu hjúnini væl kend. Í leguhúsinum í Vatnsoyrum hava tey verið nógv og hjálpt til, og tey eru framvegis millum teirra, sum taka tøk í Zarepta.
Apolonia, sum er fødd 25. apríl í 1929, er ættað av Biskupsstøð í Klaksvík. Tey flestu ella ivaleyst øll, sum eita Apolonia, hava ættarbond á Biskupsstøð. Nólsoyar Páll, sum var bóndi á Biskupsstøð, helt nógv av Napoleon Bonaparté, og hann ætlaði at kalla sonin hjá sær upp eftir framfýsna fransmanninum. Nólsoyar Páll og Marin Malena fingu eina dóttur eftir, at hann hevði fingið hetta hugskotið, og hon fekk navnið Apolonia. Tað sigst, at hann ætlaði at kalla hana Napolonia, men tað vildu myndugleikarnir ikki. Tá ið hann strikaði fremsta bókstavin, vildi danski myndugleikin boyggja seg, og síðani hevur navnið verið á Biskupsstøð. Tann fyrsta Apolonia á Biskupsstøð var tvey ára gomul, tá ið pápin gekk burtur í 1809.
Foreldrini hjá Apoloniu, sum í dag er gullbrúður, vóru Jenny og Jógvan Kastalag. Hon var av Biskupsstøð, og hann var av Eiði. Tey fingu seks børn, og tá ið mamman var sjúklig, lagaði tað seg soleiðis, at Apolonia vaks upp hjá Cathrinu og Hans Jensen á Varpinum. Hann var mammubeiggi Apoloniu, og tey vóru barnleys.
Richard er ættaður úr Hvannasundi, og hann er føddur 2. oktober í 1928. Foreldrini vóru Hannedina og Poul Johannes Johannesen. Hann var ættaður av Norðtoftum og vaks upp í Britustovu í Hvannasundi, og hon var úr Svínoy.
Tá ið Apolonia og Richard giftust, fluttu tey inn í húsini, sum tey alla tíðina síðani hava búð í. Tey keyptu húsini, sum Mortan í Hvannasundi hevði átt. Mortan var pápabeiggi Richard, og húsini standa heilt niðri við sjógvin.
Í Klaksvík hevði Apolonia arbeitt í krambúðini hjá Kjølbro á Stongunum. Tá ið hon var komin norður í Sund, var hon heima og passaði mann og børn og sýndi blíðsskap fyri teimum, sum vitjaðu. Tá ið børnini vóru undankomin, arbeiddi Apolonia eitt skifti í Norðdepli í handlinum hjá Debesi Christiansen.
Richard hevur alla sína tíð verið skipsmaður og útróðrarmaður. Hann sigldi sum ungur við trolara, eitt nú við Skálabergi, har systkinabarnið Kaj hjá Mortani var skipari. Richard var blaðungur, tá ið hann fyrst gekk til motorpassara í Klaksvík og síðani á skiparaskúla í Havnini. Hann sigldi við svenskarum og var á sild við Lizzy, áðrenn hann fór at rógva út, og tað gjørdi hann í eini fjøruti ár. Eitt skifti dreiv hann Viðanes, sum hann átti saman við øðrum, og frá fyrst í seksti árunum og í 34 ár driftaði hann Brattanes, sum Heini Lassen, sáli, í Klaksvík, átti.
Sum útróðraformaður var eyðkennið hjá Richardi, at hann var í javnvág við seg sjálvan. Hann gjørdi ikki nógv burturúr, men hann visti, hvat hann ætlaði, og hann helt seg til tað, sum hann hevði ætlað, og hann hevur verið meinkunnugur við veður, streym og botn og harvið ein skilamaður, sum tað lá væl fyri at fáa fisk hjá, og tá ið hann altíð hevur verið røkin, arbeiðssamur og rættskaffin og bæði tók sær av maskinuni og stýrhúsinum, so hilnaðist tað væl.
Hóast tað nú eru nøkur ár síðani, at Richard gavst at dríva útróðrarbát, so hevur hann varðveitt sambandið við útróðurin. Hann hevur egnt nógv, og honum dámar so sera væl at flóta, og ofta er tað saman við teimum yngru í familjuni.
Apolonia og Richard eiga tríggjar døtrar. Katrin, Hannedina og Jenny. Tær báðar eldru búgva í Hvannasundi, og Jenny býr í Klaksvík. Barnabørnini eru tíggju, og tvey eru komin í triðja ættarliðnum. Tað er saman við børnunum og teirra, at stóri dagurin verður hildin.