Tá veðrið er gott, merkist hetta á søluni hjá bryggjaríunum. Tískil er lagið gott á Føroya Bjór og Restorffs Bryggjarí, nú drúgt turrveður hevur ligið leingi.
Aftrat hesum er vatnið í Havn ikki drekkandi, so nú drekka fleiri sodavatn aftur við døgurðanum. Í hvussu so er, hava bryggjaríini seinastu tvær vikurnar havt óvanliga góða sølu av sodavatni, ið er líkt kelduvatni.
Brúsandi søla
? Hálvanannan liturs fløskurnar av Apollinaris eru útseldar í Havn og fáast ikki aftur fyrr enn mánadagin, sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór.
? Nógv meira enn vanligt er selt, sigur Lena Mørk, stjóri á Restorffs Bryggjarí.
Á báðum bryggjaríunum hevur vanliga mannagongdin verið seinastu árini, at nógv er at gera fram móti ólavsøku. Síðani stilnar av, men soleiðis hevur tað ikki verið í ár.
? Nógv trýst er framvegis. Sølan er meir enn tvífaldað seinastu fjúrtan dagarnar, sigur stjórin á Føroya Bjór.
Á Restorffs Bryggjarí hevur Club Soda gingið sum heitt breyð seinastu dagarnar.
? Vit hava einki ímóti, at góðveðrið heldur sær eina tíð aftrat, leggur stjórin Lena Mørk aftrat.rt gav Djóna gula kortið, eftir at hann hevði runnið hálvan vøll eftir Allani Mørkøre, sum hevði tikið beinini undan Ian Højgaard, uttan at bólturin var nærhendis. Allarhelst átti talan tá at verið um tvey reyð kort.
Sum um totala eyðmýkingin av HB liðnum ikki var nóg mikið, so kundi Christian Høgni at enda seta punktum, tá eitt mótálop endaði við, at hann gjørdist leysur, soleiðis at reina hat-trick hansara varð veruleiki.
Undirhaldandi
Samanumtikið má sigast, at hóast talan ikki var um ein av best leiktu dystunum í ár, so var talan um undirhald á høgum støði.
Hvørki viðhaldsfólk ella leikarar hjá HB mundu vita, um tey skuldu flenna ella gráta, meðan risamøguleikarnir vórðu burturspiltir. NSÍ viðhaldsfólkini mundu hinvegin vera í góðum lag, og hóast alt eiga leikararnir hja NSÍ eisini rós uppiborið fyri sín leiklut.
Alir sum ein stríddust teir fyri felags søk síni, men tað vóru serliga tríggir leikarar, sum tosað varð um eftir dystin.
Christian Høgni Jacobsen fekk trý mál úr trimum møguleikum, harav málið til 4-2 var ein sonn perla. Rúni Joensen kom sjálvsagt eisini í fokus, orsakað av væntandi HB málunum, og so skal superveteranurin, Abraham Løkin, eisini nevnast. Tá hann fyrstu ferð royndi seg í fremsu fótbóltsdeildini, vóru fleiri av liðfeløgum hansara ikki føddir, men hetta sær ikki út til at gera mun. Fótbóltsheilan hevur hann enn sum fáur, men tað, sum er mest hugtakandi, er hvussu nógvar bóltar hann framvegis megnar at fáa fatur á. Heldur hann fram á sama hátt, er eingin forðing fyri, at hann eisini komandi árini tekur okkurt tørn fyri NSÍ.
Hjá vertunum mundi Hans á Lag vera einasti leikari, sum spældi sum ein komandi føroyameistari, meðan liðfelagar hansara mugu taka í egnan barm, um teir framhaldandi ætla sær at vera partur av FM-stríðnum.
HB-NSÍ 2-5 (1-2)
1-0: Pætur Dahl 5.
1-1: Dánjal Hansen 30.
1-2: Sjúrður Jacobsen 44.
2-2: Bárður Mortansson 51.
2-3: Christian Høgni Jacobsen 53.
2-4: Christian Høgni Jacobsen 56.
2-5: Christian Høgni Jacobsen 90.
HB:
Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Florin Miháescu, Hans á Lag, Janus Joensen ? Gigi, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen, Pætur Dahl ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum
NSÍ:
Rúni Joensen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Abraham Løkin, Jónstein Petersen ? Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen