BILAR
Ape 50 verða gjørdir á Paggio verksmiðjuni í Italia, ið er kend fyri eitt nú Vespa skutararnar. Ape skutarabilarnir á trimum hjólum eru ein kend italiensk gøtumynd. Síðan 1940 hava hesir skutarabilar verið brúktir av teimum sum selja grønmeti, fisk og annað á torgunum í italiensku býunum.
Yvir 30 km/l
Fyrimunurin við Ape 50, er at teir krevja lítið pláss og eru lættir at parkera. Teir lasta 200 kg, og koyra umleið 30 km/l. Treytin fyri at koyra Ape 50 eru tær somu sum fyri at koyra vanligan skutara ella knallert, og nummarplátur eru ikki neyðugar. Ape 50 hava fýra gear og bakgear, sum er eitt slag av umstýring.
Ein persóna bilur
Í førarahúsinum er pláss til ein vaksnan persón. Man heldur báðar hendurnar á rattinum, á sama hátt sum á eini knallert ella skutara, har gearskiftið og speedarin eru í handtøkunum. Fótbremsan er í dúrkinum. Hurðar eru í báðum síðum, og hann hevur eitt nú sigartendrara og trygdarbeltir sum á vanilgum bilum. Vónandi verður tað ikki sum í Mr.Bean filmunum, har hann við sínum gula Mini, rennur á og koppar einum ljósabláum Reliant bili við trimum hjólum.
Fæst eisini við last
Eisini eru Ape 50 væl egnaðir til smáørindir í býnum, sum til dømis hjá Super Dekk, har hann m.a. verður brúktur til at fara á Posthúsið við pakkum ella dekkum. Rúmið í kassanum er lutfalsliga stórt og pláss er fyri nógvum pakkum, dekkum ella hvat tað skal vera. Bilurin vit royndarkoyrdu er ein Ape 50 Van, hann fæst eisini í eini Cross útgávu, við last ístaðin fyri kassa.
Ape 50 Van
Motorurin: 1 syl. 2-takt 0.5 litur 2.7 hk
Bensinnýtsla: 33 km/l
Gear: 4 gear + bakgear
Bruttovekt: 490 kg
Lastar: 200 kg
Gólvvídd í kassanum: 142,0 cm x 120.0cm
Dekkstødd: 100/90-10
Longd: 250,0 cm
Breidd: 120,0 cm
Hædd: 159,0 cm
Prísur: ca. kr. 37.000,- + MVG 25%
Søluumboð: S/pf Super Dekk
Hoyvíksvegur 66
FO-110 Tórshavn
Tlf. 314975