»P/F Atlantic Petroleum (OMX: FO-ATLA), altjóða olju- og gassfelagið, boðar í dag frá, at felagið hevur útsett UK lisens P1211 sum umfatar økini 14/9a & 14/14b, við heimstaði í UK. Lisensurin inniber Angelsey verkætlanina, sum upprunaliga var ætlað at verða borað seint í 2008 ella tíðliga í 2009«
Soleiðis skrivar Atlantic Petroleum á heimasíðu síni í dag. Men stjórin í felagnum, Wilhelm Petersen, sigur, at hetta ikki skal sikljast sum at felagið hevur slept ætlanunum við Angelsey verkætlanini.
- Talan er bert um eina náttúrliga illaging av aktivitetunum hjá felagnum. Lækkandi oljuprísirnir samanhildið við at kostnaðurin av leiting og boring framvegis eru høgir ger, at vit hava valt at skjóta verkætlanina út, til hesir kostnaðir samsvara við oljuprísirnar, sigur Wilhelm Petersen.
Hann sigur, at tað altíð er ein tíðarforskjóting frá tí at oljuprísirnir lækka, til kostnaðurin í sambandi við oljuleiting og –boring fylgja við, og tað er einasta orsøkin til, at verkætlanin er útsett.
Atlantic Petroleum eigur ein triðing í Angelsey verkætlanini (33,33%), meðan Granby Enterprises eigur ein triðing (33,34%) og Fox Energy Exploration Limited eigur seinasta triðingin (33,33%)
Millum 4.000 og 6.000 tunnur
Partabrøvini hjá Atlanic Petroleum eru raplað niður, heili 22%, eftir at fráboðanin frá felagnum varð almannakunngjørd. Men hetta metir Wilhelm Petersen vera eina heilt náttúrliga fylgju av, at Angelsey verkætlanin nú er útsett.
- Tað er væntandi, at marknaðurin reagerar »nervøst« í hesum tíðum, men tað er ikki nakað negativt í okkara verð, at partabrævakursirnir falla eftir eina slíka fráboðan, sigur Wilhelm Petersen.
Hann heldur sum nevnt, at tað var ein røtt avgerð at taka, og at felagið hevur so nógvar aðrar aktivitetir at arbeiða við.
- Vit hava jú aðrar verkætlanir, sum eru í gongd. Bæði á Chesnut-økinum og á Ettick-økinum eru vit aktivir, og har fara vit undir framleiðslu á báðum økjum fyrsta dagin. Vit rokna við at framleiða millum 4.000 og 6.000 tunnur um dagin á hesum báðum økjunum, og tað er ikki so lítið, sigur Wilhelm Petersen.
Umframt hetta eru eisini onnur oljufelt, har Atlantic Petroleum er virkið, so stjórin hevur góðar vónir og sær útsetingina av Angelsey verkætlanini sum eina skilagóða avgerð.