AP framleiðir fyrstu oljuna

Atlantic Petroleum er farið undir fyrstu oljuframleiðsluna hjá felagnum á Chestnut oljuleiðini. Leiðin er útbygd við tí nýggja flótandi framleiðslupallinum, »Sevan Hummingbird«. Atlantic Petroleum eigur 15% í enska teiginum 22/2a, har Chestnut oljuleiðin liggur

OLJUFRAMLEIÐSLA

Leo Poulsen

leo@sosialurin.fo


- At Chestnut leiðin nú er farin at framleiða olju er ein hornasteinur í søguni hjá Atlantic Petroleum. Hetta er fyrsta framleiðslan hjá felagnum, og vit hava havvt ein aktivan leiklut í at leggja útbyggingina til rættis, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum.

Felagið og teirra partaeigarar hava sæð fram móti hesum degnum, ið tekur felagið inn í eitt nýtt tíðarskeið, og tí er hetta ein sera virðismikil verkætlan hjá Atlantic Petroleum.

- Sum eitt oljuframleiðandi felag gevur hetta felagnum nýggjar og størri møguleikar, sum vit hava í hyggju at gagnnýta. Við nýggjari og nýhugsandi tøkni hava Atlantic Petroleum og tess samstarvsfeløg megnað at funnið ein lønsaman hátt at útvinna olju úr eini leið, ið varð staðfest fyri heili 22 árum síðani, og er hetta eitt stórt felags avrik hjá øllum, ið hava verið við í útbyggingararbeiðinum, sigur Wilhelm Petersen, stjóri.

At Chestnut leiðin nú er farin í framleiðslu er ikki bert merkisvert av tí at hetta er fyrsta framleiðslan hjá Atlantic Petroleum. Hetta er samstundis eisini ein av minstu støku útbyggingunum í Norðsjónum, og vísir tað rákið innan oljuleiting og framleiðslu, har smærri og smærri leiðir verða útbygdar.

Hummingbird er annar pallurin av sínum slag, og fyrsti kelvisskapaði pallurin, ið verður tikin í nýtslu í Norðsjónum. Pallurin fer at framleiða úr Chestnut alla framleiðslutíðina hjá leiðini. Samstarvsbólkurin hevur leigað pallin í hálvttriðja ár, men kann leingja leigumálið við upp til tveimum árum aftrat.


Góð byrjan

Mett verður, at tað til Atlantic Petroleum kann framleiðast 1,4 milliónir tunnur av kolvetni úr Chestnut leiðini, við einari miðal dagsframleiðslu til Atlantic Petroleum á millum 1.300 og 2.100 tunnur av kolvetni. Tá er South Chestnut ikki tikið við.

- Hetta er nakað, vit hava arbeitt fram ímóti í eina tíð. Vit høvdu vónað, at vit kundu byrjað framleiðslu nakað fyrr, men vit mugu siga, at tað er positivt fyri felagið og fyri partaeigararnar, at vit nú eru farnir undir framleiðslu, sigur Wilhelm Petersen.

Teir keyptu seg inn í framleiðslu leiðina í 2003, og brúktu so tey komandi árini til at fyrireika framleiðslu. Og í vikuskiftinum fóru teir so undir framleiðslu.

- Hetta er fyrsta leiðin av trimum, og vit fara at framleiða olju úr einum øðrum brunni á Ettrick leiðini einaferð seinni í ár, sigur Wilhelm Petersen.

Og at Atlantic Petroleum nú er farið undir framleiðslu av olju, merkist aftur á partabrævakursinum hjá felagnum, sum er hækkaður munandi á keypsskálunum í morgun.

- Hetta er nakað, sum marknaðurin hevur bíðað eftir. Og hetta er jú ein munandi broyting fyri felagið at fara frá at vera eitt ikki-framleiðandi felag til eitt oljuframleiðandi felag, sigur Wilhelm Petersen.

Annars byrjaði felagið at bora ein framleiðslubrunn aftrat, South Chestnut, á leiðini tann 7. september 2008. Gongur sum ætlað, verður brunnurin klárur tíðliga í 2009, og fer hann væntandi at økja munandi um framleiðsluferðina, framleiðslunøgdina og um livitíðina hjá leiðini.

Hesin brunnurin skal eftir ætlan knýtast í framleiðslukervið minni enn níggju mánaðir eftir, at íløgan varð góðkend í mai 2008.

Hetta broytir tó ikki fíggjarliga útlitið fyri 2008, sum felagið fráboðaði í tølunum fyri fyrru hálvu av 2008.


Chestnut leiðin

Hendan leiðin varð funnin í 1986, og er ein av elstu óútbygdu oljuleiðunum í Norðsjónum.

Leiðin liggur umleið 180 kilometrar eystan fyri Aberdeen á 120 metra dýpi og 13 kilometrar í ein landsynning úr Alba oljuleiðini.

Samstarvsfeløgini hjá Atlantic Petroleum eru Venture Production plc við 69,875%, Bow Valley Petroleum Limited við 15,125% og so Atlantic Petroleum við 15%.

Felagið keypti tey 15% í Chestnut leiðini í 2003, og seint í 2005 fingu samstarvsfeløgini loyvi at útbyggja Chestnut leiðina við einum framleiðslubrunni og við vatninnspræning.

Í 2001 boraði eitt fyrrverandi fyristøðufelag framleiðslubrunnin 22/2a-11X, og royndarframleitt varð úr brunninum millum 10.000 og 15.000 tunnur um dagin.

Royndarframleitt varð úr brunninum í umleið fýra mánaðir, og vórðu umleið ein millión tunnur framleiddar, áðrenn brunnurin varð latin aftur.

Vatninnspræningarbrunnurin 22/2a-12 varð boraður mitt í 2006 við Venture sum fyrikstøðufelag.

Skrokkurin á Sevan Hummingbird varð bygdur á Yantai Raffles skipasmiðjuni í Kina. Síðani varð hann fluttur til Keppel Verolme skipasmiðjuna í Rotterdam í Hollandi, har hann varð gjørdur víðari klárur.

Pallurin er ein Sevan 300 FPSO og hevur hann ein goymslukapasitet upp á 270.000 tunnur. Eindin kann hava upp til tríggjar brunnar og kann framleiða 30.000 tunnur av olju dagin og spræna inn 20.000 tunnur av vatni um dagin.

Felagið Wood Group Engineering Limited hevur arbeitt saman við Sevan Marine ASA og Chestnut samstarvsfeløgunum við at fáa leiðina í framleiðslu.



Sevan Hummingbird boriplattformurin, sum pumpar olju úr Chestnut økinum fyri Atlantic Petroleum



Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum. – Tað er gott fyri felagið og tað er gott fyri partaeigararnar, at Atlantic Petroleum nú er byrjað at framleiða olju