| Tað eru helst mong, sum hava bíða í spenningi eftir tí. Men nú verður tað so: Tey bæði, Antony & Jasmin, sum vunnu donsku X factorkappingina í Danmark herfyri, fara at hava konsert í Føroyum. 
 Stutt eftir at tey høvdu vunnið X factor, segði Jasmin, sum hevur føroyskar røtur, við in.fo at tey vildu sleppa til Føroyar í summar. 
 Og tað hava tey, sum skipa fyri Bátastevnuni í Vestmanna hálvan mai, tikið til eftirtektar og hava bjóðað teimum higar at spæla og syngja. 
 Tann 16, mai fara Antony & Jasmin sostatt at hava konsert í Vestmanna. 
 
 | 











