Antony Blinken fer helst at hitta palestinska forsetan

87 ára gamli, Mahmoud Abbas, hevur heitt á Ísrael um at steðga álopunum á Gaza-geiran og at taka atlit til sivilfólkið í økinum.

Væntandi er, at forsetin hjá palestinarum, Mahmoud Abbas, fer at hitta amerikanska uttanríkisráðharran, Antony Blinken, sum kemur til Ísraels í dag.

 

Tað upplýsir ein palestinskur tænastumaður fyri Reuters, og norska kringvarpið NRK endurgevur tíðindastovuna NTB, sum eisini ber hesi tíðindi.

 

Mahmoud Abbas er forseti fyri palestinesiska sjálvstýrinum og stýrir hersetta vestara áarbakka, meðan Hamas stýrir Gaza-geiranum.

 

Maðurin, sum eisini er formaður í Fatah-flokkinum, er føddur hin 15. november í 1935 og er soleiðis 87 ára gamal. Fatah-rørslan hevur verið í stríði við Hamas í fleiri ár.

 

Mahmoud Abbas hevur heitt á Ísrael um at steðga álopunum á Gaza-geiran og at taka atlit til sivilfólkið í økinum.

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, sum kemur til Ísraels í dag, skal eisini vitja í Jordan, og væntandi er, at hann eisini fer at hitta Mahmoud Abbas.