Antonio Guterres hittir Sergej Lavrov

Á skránni fyri fundin teirra millum er kornavtalan, sum Russland hevur sagt upp.

Reuters veit at siga, at ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, skal hitta russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov, í dag.

 

Á skránni fyri fundin teirra millum er kornavtalan, sum Russland hevur sagt upp.

 

Avtalan tryggjaði, at Ukraina, sum er ein av heimsins størstu kornframleiðarum, kann útflyta korn trygt eftir Svartahavinum.

 

Vónirnar um møgulig úrslit á fundinum eru smáar.

 

Reuters endurgevur Sergej Lavrov fyri at siga, at eingi tekin eru til, at vesturheimurin heldur teir partar av kornavtaluni, sum ávirka Russland.