Antonio Conte gevst í Juventus

Venjarin, ið hevur vunnið meistaraheitið í Italia seinastu trý kappingarárini er nú steðgaður í Juventus.

Juventus boðar í kvøld frá, at venjarin Antonio Conte hevur valt at gevast í felagnum. Antonio Conte hevur verið venjari hjá Juventus seinastu trý kappingarárini, har felagið hevur vunnið meistaraheitið trý ár á rað.

 

Antonio Conte sigur at orsøkin til at hann steðgar er hendan.

 

-         -       Eg havi tikið avgerð um at siga mín sáttmála upp. Eg havi havt tað í huganum í eina tíð og mínar kenslur tóku avgerðina. Tað verður torført at halda fram at vinna við Juventus.

 

Enn er ikki greitt, hvør venjari fer at taka yvir eftir Antonio Conte.