Anton vann bilin

- Vit hava vunnið ein bil, Anton, segði Beinta Sørensen, tá hjólið steðgaði í øðrum drátti í gekka-spælinum í kvøld.

Tað var Beinta Sørensen í Hoyvík, sum ringdi inn í gekka-spælinum í kvøld.

 

Anton Egholm hevði fingið fulla plátu, og hann hevði Beintu sum fjarritara.

 

Hesa uppgávu megnaði hon væl og betur enn onnur hava gjørt í nógvum undanfarnum gekka-spølum.

 

Tí, endiliga í kvøld - hin 1. apríl - slapp KvF av við ein av teimum góðu vinningunum aftur.

 

Tað er langt síðan seinast.

 

Høvuðsvinningurin var á 750.000 krónur, sum lá í gula leypinum - og í hinum báðum leypunum, Volvo-bilurin og cruise-ferðin til Karibia.

 

Í fyrstu royndini hjá Beintu Sørensen steðgaði hjólið á 30.000 krónum.

 

Her var skjótt greitt, at Anton Egholm vildi hava fjarritaran at royna einaferð aftrat. At tað var ein skilagóð avgerð, skuldi næsta royndin vísa.

 

Í aðru royndini steðgaði hjólið so beint á bláa leypinum!

 

Her var Volvo-bilurin - ein Volvo C40 - sum sambært gekka-vertinum, Magnusi Magnussen, hevur eitt virði av 419.000 krónum.

 

- Vit hava vunnið ein bil, Anton, segði Beinta Sørensen, tá hjólið steðgaði. 

 

Bæði fjarritarin og vinnarin vóru ovfarin og sera fegin.

 

- Vit siga so túsund, túsund takk fyri bilin, vóru seinastu orðini hjá fjarritaranum, Beintu Sørensen, í gekka-spælinum í kvøld.

 

##med2##