Anton Skoradal gevst sum venjari hjá Víkingi

Heimasíðan hjá Víkingi skrivar, at venjaraspurningurin hjá Víkingi til komandi kappingarár nú hevur verið til viðgerðar.

 

- Víkingur og okkara núverandi formulavenjari, Anton Skoradal, eru samd um, at Anton Skoradal gevst sum venjari tá hetta kappingarári er av, skrivar heimasíðan.

 

Anton Skoradal ætlar ikki at starvast innan fótbóltsheimin fyribils, og sostatt fer Víkingur út at finna nýggjan venjara til komandi kappingarár.