Leingi hevur verið tos um at franski áleyparin skuldi fara frá Atletico Madrid, og spælarin var ofta sjálvur úti og gjørdi vart við at hugurin var til nýggja avbjóðing. Griezmann hevur fingið sín vilja, og er nú Barcelona spælari.
Avtalan hevur kostað Barcelona 887 milliónir krónir, hetta leggur Griezmann á eitt fimta pláss yvir, dýrastu spælararnar nakrantíð. Griezmann skal komandi tíðina spæla á liði við kanska besta leikara nakrantíð Lionel Messi og franksmaðurin segði í gjár soleiðis um tann møguleikan:
-Eg eri ótrúliga glaður, tað verður ein fragd at spæla við honum. Messi er besti leikari í heimunum. Eg kann læra nógv frá honum, og tað verður ein góð søga at fortelja børnum og abbabørnum mínum, at eg havi spælt við, eftir mínari meining besta leikara nakrantíð.