Antines Iversen seksti ár

Antines var føddur 4 februar 1945. Hann er sonur Jóannes og Ebbu Iversen. Jóannes var ættaður úr Kvívík og Ebba úr Skúvoy.

Antines er næstelstur av fimm sysktjum. Elst er systurin Ívun og so eru tað beiggjarnir Johannes Eli, Helgi og Hanus. Antines sleit sínar barnaskógvar í Kvívík, har hann eisini gekk í skúla. Seinni gekk hann í skúla í Vestmanna. Tá ið hann hevði frí úr skúlanum hjálpti hann m.a. foreldrunum við kúnni og seyðunum og annars tí, ið var at takast við í einum húsi tá á døgum. Sum blaðungur fór hann at arbeiða við at gera Oyggjarvegin og arbeiddi har eitt skifti. Hugurin til at arbeiða úti og vera í náttúruni hevur altíð verið stórur, og tí hevur starvið sum landmálari á Matrikulstovuni hóvað honum sera væl. Hetta starv hevur hann røkt væl, ja í heili 41 ár. Antines hevur tvær døtrar Onnu Elisabeth og Eydnu, og abbabørnini eru fimm í tali. Antines var í nógv ár formaður í Róðrarsambandi Føroya, har ímillum annað hjartamálið hjá Antinesi var at fáa róðrafólkið at nýta vestar undir venjing, fyri at økja um trygdina hjá rórðarfólkinum. Antines er framvegis sera íðin tá kappróður er á skránni, serliga tá áttamannaførini rógva. Helst man tað vera Kvívíkingur,ið spøkir aftur og fær adrenalinið upp á at dansa hjá Antinesi. Hann er tiltikin Kvívíks fjeppari har hann stendur á kajuni á og geylar so at tað hoyrast um alla vágna. Í frítíðini dáma honum og Mariu sera væl at ganga í fjøllunum. Tað munnu vera fáir fjallatindar tey í felag ikki hava staði á. Eisini fæst Antines nógv við seyð og annað ið hevur við seyðahald at gera. Hann hevur eisini fingið ein serligan áhuga í at laga grót tey seinastu árini og ikki kann sigast annað enn, at væl liggur fyri. Av sonnum kann sigast, at Antines er ein sannur arbeiðshestur og nærlagdur sum fáur og altíð klárur við eini hjálpandi hond.
Vit vilja ynskja tær hjartaliga tillukku á hesum runda degi og takka fyri alt tað tú ert og gert fyri okkum.

Ynskja børn og abbabørn