Bæði formaðurin í Fólkaflokkinum á tingi og politiski formaðurin í Javnaðarflokkinum hava staðfest, at eydnast ikki samgonguni at finna semju um fíggjarkarmin, so rýkur hon. Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi sigur, at uppskotið til fíggjarkarm eigur at standa sína roynd, men hann er samdur við teinum sum siga, at samgongan eigur at leggja frá sær, eydnast tað ikki samgonguni at finna semju um uppskotið, tá ið uppskotið verður til viðgerðar í fíggjarnevndini.
John Johannessen, politiskur formaður í Javnaðarflokkinum, segði, at hann vil hava eina avkláring heilt skjótt um samgongan stendur saman ella ikki.
Hann staðfesti, at ætlar fíggjarnevndin at brúka tað mesta av várinum og summarinum at stríðast um hetta uppskotið, vil Javnaðarflokkurin neyvan verða verandi í samgonguni og tí vil hann hava støðuna greiða nú.