Antin skulu øll sleppa – ella skal eingin

Handilsvinnufelagið tekur ikki undir við at loyva vanligum handlum at hava opið sunnudag

Sum heild er núverandi lóg nøktandi. Tað heldur Handilsvinnufelagið og tí tekur felagið ikki undir við uppskotinum, Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt fyri Løgtingið um at broyta upplatingartíðirnar hjá summum handlum.

 

Sum lógin er nú, eru tað bara nakrir handlar, sum bara, ella næstan bara, selja gerandisvørur, sum kunnu hava opið sunnudagar. Treytin er nevniliga, at teir eru minni 250 fermetrar til støddar, og landsstýrismaðurin heldur, at tað avlagar kappingina ímillum handlarnar. Tí hevur hann nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at allir handlar, sum bara, ella næstan bara, selja gerandisvørur, skulu sleppa a thava opið sunnudag frá klokkan 14 til klokkan 23, sama, hvussu stórir teir eru.

 

 

Les meiri her: Nú skulu Keypssamtøkan og Miklagarður sleppa at hava opið sunnudag

 

 

Handilsvinnufelagið heldur, at núverandi skipan er nøktandi og tað er ikki brúk fyri stórvegis broytingum. Núverandi skipan hevur verið í gildi í mong ár og vinnan hevur lagað seg til hana, sigur felagið.

 

– Summir handlar, sum hava møguleika fyri tí, hava opið sunnudagar og aðrir ikki. Tað er trot á starvsfólki í vinnuni, og tað skal metast væl um, antin tað loysir seg a hava atopið sunnudag, sigur Handilsvinnufelagið.

 

Men felagið heldur kortini, at skulu handlar fáa fríari ræsur at hava opið, eigur tað ikki bara at vera galdandi fyri handlar við gerandisvørum, men fyri allar handlar, sama, hvat teir selja. Teir stóru matvøruhandlarnir hava í dag eitt stórt úrval av vørum, eisini klæði, búnýti, leikur, súkklur, og so framvegis.

 

– Tað vil tískil verða kappingaravlagandi, um bert handlar, ið selja gerandisvørur, fáa møguleika fyri at hava opið sunnudagar. Heldur eigur at verða heimilað øllum handlum somu møguleikar, sigur Handilsvinnufelagið.

 

Felagið væntar ikki, at allir handlar í landinum fara at hava opið sunnudag. Men handlarnir eiga sjálvir at sleppa at avgera, hvørjar sunnudagar teir hava opið, eitt nú tá ið talan er um mentunartiltøk ella stevnur av ymsum slagi.