Orðaskiftið um útoyggjar og útjaðaran tók seg uppaftur, tá fugloyingar í summar skipaðu fyri fólkafundi um evnið, hvussu bjarga vit útoyggjunum. Men síðani er komið alt meiri fram, at nakað má eisini gerast vit útjaðaran sum heild, um vit ikki skulu góðtaka, at hann bara minkar, samstundis sum Havnin og eini tvey onnur meginøki mennast.
Á fólkafundinum á Kirkju tók løgmaður undir við hugskotinum at seta eina skjóttarbeiðandi nevnd, sum skuldi hava til endamáls at koma við uppskotum um, hvussu vit aftur fáa fólk at trívast í útoyggjum. Nevndin er ikki sett enn, men um dagarnar varð upplýst, at Anfinn Kalsberg, løgmaður, hevur sett fólk at gera arbeiðssetningin hjá nevndini.
Nógv uppskot vórðu nevnd á fólkafundinum í Fugloy. Summi frálík, onnur meiri romantisk enn veruleikakend. Men fyri at fáa fólk at trívast í útoyggjum og í fjarskotnum bygdum er tvingandi neyðugt við nøkrum grundleggjandi tænastum. Nevnast kunnu: gott og bíligt ferðasamband, góður skúli, serligar skattasømdir, vissa um, at lækni kann koma skjótt á staðið, og sjálvandi, fyrst og fremst, arbeiði og alternativir arbeiðsmøguleikar.
Júst hesin spurningurin verður kanska ein av teimum torførasti at greiða, tí neyvan verður lætt at stovna lønandi arbeiðspláss á smáplássum í hesum ný-liberalistisku cost benefit-tíðum. Ikki minst, tá Caragata-álitið verður havt í huga. Men hvussu víkir og vendir skulu vit gera tað liviligari í útoyggjunum og á smáplássunum.
Spurningurin er ofta viðgjørdur á hesum stað, og vit kunnu endurtaka, at tað mest grundleggjandi er, at fær útoyggjafólk og smábygdafólk ikki brúksrættin til jørðina, verður vónleyst at fáa fólk at støðast. Og júst jørðin verður kanska tann gordiski knúturin, sum verður ringur at loysa. Men verður hesin og teir nevndu spurningarnir ikki loystir, verða fleiri bygdir, og kanska oyggjar við, manntómar um fá ár. So álvarsom er støðan.










