Antin er tað misskilt ella var eg mismælt

Hetta má vera ein misskiljing, ella havi eg verið mismælt. Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum. 

 

Hon sipar til greinina, vit høvdu í áðni, har vit vístu á, at Javni vísir einum páhaldið hjá landsstýriskvinnuni aftur. 

 

Javni vísir á, at nú Løgtingið viðger fíggjarlógina, hevur Eyðgunn Samuelsen greitt frá, at áhugabólkarnir, sum varða av búfólkunum á Eirargarði, vóru ósamd og tí dróg ætlanin út

 

 

Les meiri um tað her: Eyðgunn Samuelsen segði ósatt

 

 

Tí er rætt, at tey trý áhugafeløgini, Javni, Megd og Heilafelagið, vóru samd um, at tey tóku ikki undir við ætlanini um at umbyggja Eirargarð, soleiðis at ein hædd skuldu gerast til íbúðir til seinheilaskadd. 

 

–  Tað sum eg vildi siga, var at áhugafeløgini ikki tóku undir við ætlanunum og sostatt vóru ósamd við meg um hesa ætlan, sigur Eyðgunn Samuelsen nú.  

 

Hon sigur, at tí varð ætlanin slept, og so var neyðugt at byrja av nýggjum, og tað er hetta, sum hevur seinkað ætlanini.