Mánadagin og týsdagin er Torgið í SMS karmur um spennandi og forkunnuga søluframsýning av góðum og gomlum lutum. Tað er Katrin Gulklett, sum er búsitandi í Danmark, sum hevur søluframsýningina. Katrin hevur altíð havt sera stóran áhuga fyri gomlum lutum. Sjálv samlar hon uppá gamlar postalínsdukkur og gamlar týskar nipsfigurar. Afturat hesum hevur hon eina rúgvu av gomlum lutum liggjandi, s.s. lampur, vasar, nipsting og figurar, sum hon so selur á slíkum framsýningum, sum henni í SMS.
Av tí at Katrin altíð hevur havt áhuga í gomlum lutum, hevur hon eisini eina serliga breiða vitan innan hetta øki. ?Hetta er mítt ítrív, og tað eg havi ein brennandi áhuga. Tí havi eg eisini stóra vitan innan øki. Og tað er ein fyrimunur, tá tú selur gamlar lutir. Er tað t.d. onkur, sum gjarna vil vita, hvussu gamal onkur lutur er, sum viðkomandi eigur, eru tey hjartaliga vælkomin framvið, og eg hjálpi teimum gleðiliga, sigur Katrin. Lutirnir, sum Katrin selur á Torginum í SMS hesar báðar dagarnar, eru góðir og gamlir. Einki er yngri enn 50 ár, og alt er í góðum standi, sigur Katrin. Umframt gomlu lutirnar hevur hon eisini hevur hon nakað av gomlum prýðum við sær. Um prísleguna, sigur Katrin, at hon spennir vítt. -Heilt úr tíggju krónum upp til eini tvey túsund, so tað skuldi verið okkurt til øll. Av merkjum kunnu nevnast Søholm, Royal Copenhagen, Bing og Grøndahl og mong onnur kend merkir.
Framsýningin á Torginum í SMS er opin frá kl. 10.00 til 17.30 báðar dagarnar, og tá ber eisini til at hitta Katrina.










