Antic var ikki imponeraður

Serbiski landsliðsvenjarin viðgekk, at hann og hansara menn høvdu hepnið við sær, tá Serbia vann 1-0 móti Eysturríki

Fótbóltur

 

Við 15 stigum fyri fyrstu seks dystirnar er Serbia oddalið í okkara HM-undankappingarbólki.

Fimti sigurin kom til høldar móti Eysturríki um vikuskiftið, men framman fyri 50.000 áskoðarunum í leikvøllinum hjá Reyðu Stjørnu megnaði Serbia sjáldan at seta dagsskránna. Og tá viðgekk Antic eisini.

- Týdningurin av dystinum tyngdi okkum eitt sindur, meðan hann gav eysturríkarum íblástur. Tað var fyrst og fremst takkað verið góðum verjuspæli, at vit vunnu, tí vanliga flótandi spælið hjá okkum riggaði als ikki, segði Antic eftir dystin.

- Hinvegin var tað av ovurstórum týdningi, at vit vunnu dystin. Og vit kunnu ikki kæra okkara neyð, tí vit vunnu hóast alt á einum ágangandi mótstøðuliði.

- Tey keðiligu tíðindini eru, at vit helst vanta tríggjar spælarar til dystin móti Føroyum. Nemanja Vidic noyddist skaddur av vøllinum, og bæði Dejan Stankovic og Bosko Jankovic eru leikbannaðir, segði Antic við serbiskar miðlar undan fráferðini til Føroya.

Hinvegin eru eisini spælarar, sum koma aftur í hópin hjá Serbia. Ivan Obradovic var ikki við leygardagin vegna skaða, men hann verður helst partur av verjuni. Og í álopinum kunnu føroyingar vænta at síggaj vælvaksna Nikola Zigic, sum hevði leikbann leygardagin.