Bólkurin Anthony Jasmin vann í fjør donsku X Factor kappingina. Jasmin Dahl hevur føroysk ættarbond, og nógvir føroyingar mundu fegnast við henni fyri einum ári síðani.
Bólkurin Anthony Jasmin fekk tó ikki langa livitíð, og síðani í heyst hava Anthony og Jasmin ikki arbeitt saman. Fríggjakvøldið vóru tey tó aftur á palli saman, tá ið X Factor sending nummar 100 var á DR.
- Vit vildu ymisk ting, og Anthony er eldri enn eg. Eg gangi í skúla, og Anthony hevur eitt sabbatár, har hann samlar pengar til eina ferð, sigur Jasmin Dahl við Ekstrablaðið.
Tey útiloka ikki, at tey fara at samstarva um tónleik aftur, men í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir um tað.










