Antenes fekk 194 lírar

Líratíðin í Skúvoy, sum er frá 10. september og eina viku fram, er liðug á hesum sinni.

Antenes Joensen hevur verið onkran líratúr í Skúvoy, nú líratíðin hevur verið fyri.

 

Skúvoyingar fara væl um fuglin og taka líra í eitt avíst tal av døgum - frá 10. september og eina viku fram. Hetta er líri, sum er um at verða floygdur og verður tikin við lykt á kvøldi.

 

Longu fyrsta kvøldið, tá loyvt var at taka líra í Skúvoy, var ein einsamallur maður eftir lírum. Hann kom aftur, sum kvøldið og náttin liðu, við 174 fuglum, sum er góð veiða.

 

Besta lírakvøldið, sum In.fo hevur frætt um í Skúvoy í heyst, var kvøldið hjá Antenesi Joensen, har hann fekk ikki færri enn 194 lírar einsamallur. Hetta kvøldið var nógvur vindur og regn.

 

Heima við hús fekk hann góða hjálp til royting, svíðing og reingerð frá eitt nú mammu og pápa sínum, Ellu Elisabeth og Tummasi Frank Joensen.

 

Mamman er ófør at royta, og tað hevur hon gjørt í nógv ár - eisini tá teir áður fleygaðu lunda - og pápin dugir øll ting, sum hava við fuglaveiði og reingerð at gera.